Refund policy

Vøran kann býtast um innan 14 dagar eftir veiting, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt - t.v.s. vøran má ikki vera pakkað út, vaskað e.l. Vøran kann býtast til reiðan pening, gávukort ella aðra vøru.

Um vøran ikki er í sama standi, sum tá hon var nýggj, kann tað vera møguligt at fáa partvíst endurgjald eftir hvørjum standi, vøran er í. Hetta verður mett í hvørjari einstakari støðu.

Undandtøk til umbýtingarrætt eru hesi:

  • Gávukort kunnu ikki býtast við reiðan pening
  • Vørur keyptar á útsølu kunnu ikki býtast um við aðra vøru ella reiðan pening
  • Veitingarkostnaður verður ikki endurgoldin

Kundin hevur ábyrgd og heftir fyri vøru, sum verður send aftur, um hon møguliga verður skødd ella burturmist. Tískil viðmæla vit at senda við sporing ella sjálvi at koma við vøruni. Til ber eisini at koma framvið við vøruni eftir avtalu.

Um tú ynskir at býta eina vøru um, kanst tú skriva til okkara á vidkom@vidkom.fo og vísa á bíleggingarváttanina. 

 

Reklamatiónsrættur

Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost á vidkom@vidkom.fo. Tá feilurin er staðfestur, kann vøran býtast til reiðan pening, gávukort ella nýggja vøru. Reklamatiónsrætturin fellur burtur eftir 24 mánaðar og er treytaður av, at feilurin ikki kemur av skeivari nýtslu ella viðgerð av vøruni, sum til dømis at vaska ein kjóla skeivt.

Tú skalt senda okkum ein teldupost á vidkom@vidkom.fo og gjølla greiða frá, hvør feilurin er, og hví tú ynskir at nýta reklamatiónsrættin. Tá tú sendur vøruna til okkum, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. Vit rinda afttursendingina, um skaðin er váttaður.