Terms of service
Tá tú bíleggur á vidkom.fo, fært tú sjálvirkandi eina bíleggingarváttan sendandi við telduposti. Henda bíleggingarváttan er ikki ein juridiskt bindandi avtala millum teg og vidkom.fo. Vit tilskila okkum rættin at strika bíleggingina, um villa er við prísinum, veiting av vøru, um vøran er útgingin ella líkandi. Tá bíleggingin er endaliga avgreidd, fært tú ein faktura sendandi við telduposti, sum er ein bindandi avtala millum teg og vidkom.fo.
Um tú hevur spurningar um vørur, sum eru útseldar ella ikki vera seldar á vidkom.fo, hoyra vit fegin frá tær.
Prísir
Allir prísir eru íroknað 25% MVG og í Donskum Krónum (DKK)
Fyrivarni verður tikið fyri tastivillum, prísvillum, útseldum vørum og veitingarbrek frá veitarum.
Gjalding
Møguligt er at gjalda elektroniskt við gjaldskorti ella bankaflyting. Tá farið verður til kassan, og gjaldstreytirnar eru góðkendar, verður ein bíleggingarváttan send sjálvvirkandi við telduposti. So skjótt peningurin er móttikin, verður bíleggingarseðil og vøra send. Gjaldast skal, áðrenn vøran verður veitt, ella áðrenn vøran kann heintast.
Øll kortgjøld verða viðgjørd av Clearhaus, umvegis gjaldsskipanina hjá QuickPay. vidkom.fo goymir ongar kortdátur. vidkom.fo deilir onga vitan um kundar okkara (so sum navn, teldupost, bústað ella annað) við triðja part, tó undantikið QuickPay.
Gjaldast kann við hesum kortum:
- Visa/Dankort
- Visa
- Visa Electron
- MasterCard
- MasterCard Debit
- Maestro
Gjaldast kann eisini umvegis bankaflyting á konto í Betri Banka: 9181 xxx. Bíleggingarnummar og/ella navn á kunda skal viðmerkjast.
Um vøran ikki er goldin innan 48 tímar eftir bílegging, tilskilar vidkom.fo sær rættin at selja vøruna til annan keypara.